Grundskeið í KT-trygd – Formula

Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um trygd, ikki minst hava føroysku fjølmiðlarnir havt serligt fokus á KT-trygd seinastu mánaðirnar.

KT-trygd er ein av  stóru avbjóðingunum hjá øllum fyritøkum og almennum stovnum. Royndirnar, eisini her heima hjá okkum, hava víst, at eitt nú netálop kunnu fáa álvarsligar avleiðingar fyri virksemið hjá eini fyritøku og almennum stovni, bæði fíggjarliga og ikki minst tá talan er um umdømið hjá eini fyritøku ella almennum stovni.  Men tá vit tosa um KT-trygd er tað er ikki bara netálop, sum hava týdning at verja seg ímóti, til dømis skulu vit eisini hugsa um viðgerð og goymslu av persónsupplýsingum.

Tað er av stórum týdningi, at ein fyritøka og almennur stovnur, yvirskipað hava tikið atlit til ávísar trygdarspurningar.  Á Formula hevur trygd altíð verið ein týðandi partur av virkisøkinum, og hevur Formula eisini lagt seg eftir, at førleikament síni starvsfólk innan hetta økið. Formula bjóðar eisini førleikamennandi útbúgvingar, til dømis ISO góðkenda trygdarútbúgving til virkir og almennar stovnar. Hesar hava verið sera væl móttiknar av virkjum og stovnum, og luttøkan hevur verið stór. 

 

##med2##

Trygdarbrot koma javnan fyri, men oftast er tað ikki ein tilvitað illviljað ætlan aftan fyri eitt trygdarbrot, men heldur ein hending, sum fer fram ótilvitað.  Á Formula taka vit KT- trygd í størsta álvara, og sum heildarveitari innan KT-trygd er tað eyðvitað, at fyritøkan nú er farin á eina trygdarferð kring landið. Høvuðsboðskapurin er ”Hvussu kanst tú verja teg og títt arbeiðspláss?”. Tvey tey fyrstu grundskeiðini í KT-trygd hava longu verið, og undirtøkan hevur verið sera góð. Á fyrsta grundskeiðinum var vitjað í Salt á Tvøroyri, og í farnu viku var sama tiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har undirtøkan var eins góð. Áleið 150 vinnukundar vóru møttir til grundskeið í KT-trygd, og viðmerkingarnar frá luttakarunum eru millum annað ” Hetta var viðkomandi”,  ” Sera upplýsandi”,  ”Hetta var ein góð áminning”, ”Hetta ger okkum meira tilvitað” og ikki minst ”Hetta eigur heilt víst at verða eitt afturvendandi tiltak”.

Nú er grundskeiðið í KT-trygd komið til Tórshavn, og møguleiki er at tekna seg til tiltakið, sum verður í Smæruni. Seinni verður sama grundskeið í Klaksvík.

KT-trygdarskeiðið er í samsvari við lógarásetingarnar fyri fyritøkur og stovnar, sum krevja, at neyðug KT-trygdartiltøk verða sett í verk. Luttakarar fáa luttøkuprógv eftir skeiðið, sum kann nýtast til innan- og uttanhýsis eftirlit. Tiltakið er viðkomandi fyri teg, um tú ynskir meira kunning og góð ráð um til dømis: 

##med3##

 

Hví dagføra KT-skipanir og teldur?

Hvat er eitt trygt loyniorð?

Hvat deilir tú við onnur á videofundum?

Eru tínir brúkaraupplýsingar avdúkaðar?

Verj teg móti phishing-álopum og øðrum KT-álopum. 

Trygt brúk av netinum, fartelefonum og deiling av dátum. 

Undirvísari: Kristian Vágsheyg Kruse, KT-trygdarleiðari á Formula

 

Melda til skeiðið á https://www.formula.fo/skeid/