Føroyska A-landsliðið hevur í dag havt tíðindafund undan Nations League dystunum móti Armenia, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45 á Tórsvølli. Håkan Ericson tóktist vátta, at tað broytingar í uppstillingini – bæði frá seinast og millum dystirnar. Hetta kemur í størst mun av, at fleiri spælarar ikki eru í dystarvenjing ella hava snuddir.
- Tað hevur órógvað okkum eitt sindur, at Hørður Askham ikki hevur vant, at Samuel J. Chukwudi mátti geva avboð og René Shaki Joensen má bindast inn. Hartil eru Odmar Færø, Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson júst komnir aftur frá skaða, segði Håkan Ericson á tíðindafundinum.
Landsliðsvenjarin bleiv eisini spurdur, um hann hevði eftirmett dystin í Lettlandi og avgerðina, at byrja við teimum somu, ið høvdu spælt móti Norðurmakedónia.
- Túrurin til Lettlands bleiv nakað langur, tí vit blivu seinkaðir. Eg hugsaði leingi um hvussu vit skuldu gera. Vit mettu at vit fingu nógv gott úr dystinum móti Norðurmakedónia, og vit høvdu bara eina venjing á ein tíma á leikvøllinum. Tí fingu vit ikki arbeitt við tí taktiska til dystin, segði Håkan Ericson og legði afturat: men við tí at skifta tíðliga.
- Vit høvdu eini 300 landsdystir eftir heima í Føroyum, og tí høvdu vit ikki líka nógvar møguleikar at skifta. Vit valdi tí at byrja við teimum somu, men við planløgdum útskiftingum fyrr í dystinum enn vanligt.
Håkan Ericson hevur sett liðið til dystin í morgin.
- Eg havi sett liðið til dystin í morgin, men bara í høvdinum. Tað kunnu jú altíð henda ting til eina venjing, men eg vænti nakrar broytingar í mun til dystin í Lettlandi. Vit verða noyddir at skifta eitt sindur meira hesa ferð, segði Håkan Ericson.
Hann viðgongur, at avgerðin hevur verið eftirmett og helst er tað ov stutt tíð millum dystirnar, at byrja við somu spælarum. Hann leggur tó eitt afturat:
- Vit skuldu havt fingið eitt stig í Lettlandi. Nú er nakað fráliðið og hvørja ferð eg havi sæð dystin umaftur, sær tað betri út, sigur hann.
Dysturin móti Lettlandi verður sunnukvøldið klokkan 19.45.