Håkan er ónøgdur við orðavalið

Manslandsliðið: Landsliðsvenjarin heldur ikki at orðið “katastrofa” hoyrir heima í fótbólti

Føroyska manslandsliðið hevði í dag tíðindafund á Tórsvølli undan Nations League landsdystinum móti Lettlandi í annaðkvøld. Hetta er helst týdningarmiklasti dysturin hjá Håkani Ericson í fimm ára leiðini sum venjari hjá landsliðnum.

 

Tað hevur verið trýst á venjaranum síðani tapið í Lettlandi í farna mánaði, men tað var um reppið at Føroyar vunnu á Armenia hóskvøldið, men eitt mál í yvirtíðini stjól sigurin frá okkum. Eftir dystin var Håkan Ericson ónøgdur við ein spurning frá FM1, tað bleiv spurt um tað var ein katastrofa, um Føroyar ikki vinna á Lettlandi í annaðkvøld.

 

Hann segði seg ikki skilja spurningin og helt ikki, at orðið “katastrofa” hoyrir heima í fótbólti. Tað var ein týðiliga argur landsliðsvenjari, ið ikki hevði hug at svara upp á spurningin hóskvøldið. Í dag bleiv hann so spurdur um hendingina og kjakið, sum er komið burturúr, at landsliðsvenjarin ikki heldur at tað er eitt krav, at Føroyar skulu vinna á Lettlandi.

 

- Fyrst av øllum, so var tað ikki eg, sum brúkti orðið katastrofa. Tað var journalisturin, sum nevndi tað. Eg skilji framvegis ikki spurningin og hví eitt slíkt orð verður brúkt um ein landsdyst hjá Føroyum, sigur Håkan Ericson.

 

Hann nevndi Lettland sum eitt javnbjóðis land í fótbólti, og at tað skal hart arbeiði, snildir og góður taktikkur til, at vinna dystin. Seinni á tíðindafundinum vendi landsliðsvenjarin aftur til fyrrnevnda spurningin.

 

- Tit spyrja, um eg reageri, tí eg eri pressaður. Eg kann siga, at eg hevði reagerað líka, um vit vóru nummar eitt í bólkinum. Eg haldi ikki, at vit kunnu seta Føroyar í eitt perspektiv, har tað er ein katastrofa, um vit ikki vinna á Lettlandi. Tað hevur nakað við mín stoltleika og fakligheit at gera, sigur Håkan Ericson.

 

##med2##

 

Hann leggur dent á, at Lettland hevur broytt spælistíl og er á hædd við føroyska liðið í styrki. Hetta hóast Lettland tapti heili 3-0 á heimavølli móti Norðurmakedónia hóskvøldið. Her vísti landsliðsvenjarin á gongdina í dystinum og tølum fyri spælbýti og annað, fyri at undirbyggja at úrslitið ikki bara er eftirfarandi.

 

- Málið okkum er enn at sleppa undan niðurflyting í deild D. Eitt úrslit kann broyta so nógv. Vinna vit, so kunnu vit spæla um at blíva nummar tvey, tapa vit so eru vit í niðurflytingarvanda, men fjórða plássið er ikki beinleiðis niðurflyting. Tá skulu vit spæla um tað, vísur Håkan Ericson á.

 

Tíðindafundurin var nakað merktur av hesum prátinum, men sum heild var lagið gott á Tórsvølli í dag. Føroyar spæla í morgin klokkan 19.45 móti Lettlandi á Tórsvølli.

 

##ms##