Håkan kennir seg ikki kroystan

– Hatta er teirra arbeiði, sigur landsliðsvenjarin um fundin í Fótbóltssambandinum um framtíðina hjá venjaranum

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Hóast Håkan Ericson fekk í klønum tráð eftir tapið í Lettlandi í farna mánaði, so var tað ein sannførandi landsliðsvenjari, ið møtti fjølmiðlunum til landsliðsúttøkuna mánadagin.

 

– Hatta er teirra arbeiði, sigur landsliðsvenjarin um fundin í Fótbóltssambandinum um framtíðina hjá venjaranum

 

(Grein úr Sosialinum)

 

Tað var næstan fult hús í Trinustovuni á Tórsvølli, tá Håkan Ericson hevði tíðindafund mánadagin 30. septembur um landsliðsúttøkuna til Nations League dystirnar móti Armenia og Lettlandi, sum verða ávikavist 10. oktobur og 13. oktobur.

 

Áhugin fyri tíðindafundunum hjá Fótbóltssambandinum í samband við landsliðsúttøkur er voksin nógv seinnu árini, nú fleiri privatir miðlar skjóta seg upp kring landið. Tað sæst eisini á uppmøtingini. At Fótbóltssambandið bjóðar morgunmat hálar nokk eisini onkrar aktørar ein túr í Gundadal.

 

Mánadagin 30. septembur var tað tó hvørki matur ella landsliðsúttøkan, sum stóð ovast á breddanum hjá teimum flestu. Tey vildu hoyra aftursvarið hjá Håkani Ericson til søguna í Sosialinum, um at tað hevur verið fundur millum starvsnevndina og toppin av FSF, har keldur hava greitt frá, at tað er ósemja í starvsnevndini um Håkan Ericson, ið hevur sáttmála fram fyri komandi ár eisini, skal halda fram.

 

Høvðuspersónurin var seiansti maður inn í Trinustovuna, men tey, sum væntaðu ein argan ella súrmúlandi landsliðsvenjara, fingu einki fyri pengarnar.

 

Fryntligi svenskarin var júst so fryntligur, sum hann plagar. Hann fór eins og vanligt runt til allar fjølmiðlarnar og tók í hondini á teimum og bjóðaði teimum vælkomin. Í brúnari rullukragatroyggju og eini ljósari lumberjack skjúrtu kundi 64 ára gamli landsliðsvenjarin nevna nøvn sum Jóannes Bjartalíð, Odmar Færø og Mattias H. Lamhauge. Spælarar, sum ikki vóru við seinast og kunnu hava stóran týdning fyri komandi dystirnar.

 

Tá hann hevði nevnt 23. mannin kunngjørt Håkan Ericson, at 24. plássið er lagt av til Brand Hendriksson. Skálvíkingurin, sum ikki hevur sín líka í føroyskum fótbólti, er byrjaður at venja aftur eftir skaða, men tað er ivasamt um hann verður klárur til tíðina.

 

FSF-fundurin tyngir ikki landsliðsvenjaran

 

- Starvsnevndin hevur til uppgávu at leypandi hava eyga við gongdini hjá landsliðsvenjaranum. Tað vildi ikki verið ein góð organisatión, sum ikki fund javnan um støðuna, sigur Håkan Ericson.

 

Óiva hevur Håkan Ericson fingið góðan íblástur til hatta aftursvarið, men tað ger tað ikki minni rætt. Sjálvandi skal Fótbóltssambandið javnan viðgera støðuna á flaggskipinum, sum er manslandsliðið. Keldurin hjá Sosialinum siga, at Håkan Ericson hekk í klønum tráð hatta tiltikna fríggjakvøldið á ovastu hædd í Fótbóltssambandinum, men tað ætlar svenskarin ikki at lata ávirka seg.

 

- So leingi eg eri venjari hjá føroyska landsliðnum, so geri eg arbeiðið við fullum huga, sigur Håkan Ericson um sína egnu støðu.

 

Kringvarpið spískaði eisini sína samrøðu við støðið greinunum hjá Sosialinum og Portalinum. Her bleiv spurt, um Håkan Ericson helt at støðan kundi fara at síggjast aftur hjá spælarunum.

 

- Vit hava ein samansjóðaðan og sterkan hóp, so tað burdi ikki ávirkað nakað, sigur Håkan Ericson.

 

Tá tíðindafundurin var liðugur stóð ongin eftir við eini kenslu av, at Håkan Ericson hevði lagt kongin, men tað er ein pressaður landsliðsvenjari, sum skal í ringin við Armenia og Lettlandi miðskeiðis í hesum mánaðinum.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)