Hanus Sørensen hevur verið ein tann mest umtalaði spælarin í føroyskum fótbólti seinastu vikurnar. Hann heldur ikki fram í HB og sáttmálin gongur út fáar dagar fyri steypafinaluna móti B36. Tí hevur Adolfo Sormani, venjari hjá HB, valt hann frá til komandi dystirnar og biðið hann vant við næstbesta liðnum.
- Hetta hevur verið ein hørð tíð og tað var ikki soleiðis eg ætlaði at tíðin í HB skuldi enda. Eg eri glaður fyri tíðina í HB og at felagið vildi taka meg heim úr Middelfart á sinni, sigur Hanus Sørensen.
Hann kann ikki vátta, at hann er skiftur til slovenska meistaraliðið NK Celje, sum miðlar sum Portal.fo og In.fo hava skrivað. Støðan hevur fylt nógv í høvdinum á havnarmanninum.
- Nú var gott at sleppa við landsliðnum aftur. Tað hevur verið nógv at hugsa um, men nú kann eg hugsavna meg um at spæla við landsliðnum, sigur Hanus Sørensen.
Í samband við landsdystin móti Armenia var ein skúlaflokkur úr Havn og vitjaði í Trinustovu á Tórsvølli. Tað er har, sum miðlarnir halda til. Her søgdu fleiri, at Hanus Sørensen var besti spælarin á landsliðnum. Í so máta er Hanus Sørensen ein ”darling” hjá teimum ungu í HB, og tað sæst eisini aftur, tí onkur teirra vilja litað hárið eins og Hanus.
- Eg royni at geva víðari tað, sum eg fekk í FC Midtjyllandi. Har heilsaðu spælararnir á besta liðnum altíð upp á okkum. Tí royni eg at geva tað víðari. Annars haldi eg bara at foreldrini eru ordiliga glað fyri hárið hjá mær, sigur Hanus Sørensen við einum skálkabrosi.
Helst eru onkur foreldur, sum øtast við at børnini vilja hava ljóst hár – líka sum Hanus Sørensen. Føroyar spæla móti Lettlandi í annaðkvøld klokkan 19.45.