Eg fari í hesum sambandi at nema við trý tey týdningarmestu málini í okkara oyggjalandi beint nú, nevniliga fólkaræði, uttanríkismál og mentan.
Vit føringar eru so hepnir, at vit búgva í einum demokratiskum landi. Orðið “demokrati” er grikskt og er gjørt av “demos”, sum merkir “fólk” og av “krati”, sum merkir “ræði”. Umframt tað eru vit so hepnir, at vit samstundis hava vinarligt samstarv á jøvnum føti við eitt granna- og frændaland, sum er størri og sterkari enn okkara og hevur ávirkan í Europa og heiminum.
Hyggja vit okkum um, eru tey størstu og sterkastu londini í eystri og vestri – hvat viðvíkir fólkaræði - annaðhvørt onga leið komin ella um at vraka ta demokratisku mentan, tey fyrr høvdu. Hyggja vit nú fyrst at Russlandi, so er hetta stóra og fólkaríka landið, um vit hyggja at tess søgu, ongantíð komið nær í námind av at vera eitt demokrati. Í hesum landi ræður nú ein óhugnaligur sálarligur krypil, sum brúkar sítt vald til at drepa fólk burturi og heima, við eitri, við skotvápnum, við útblakan úr flogførum ella av háhúsum. Eg kenni onki til tað russiska fólkið, men spyrja vit eitt nú finnar ella estar ella litavar, sum á sinni smakkaðu tann russiska koyrilin, so eru teir flestu menninir í hesum landi drápsmenn og neyðtøkumenn.
Fara vit nú til hitt stórveldið, so ræður har ein forseti, sum fyri 5-6 árum síðani – sum oddamaður hjá einum kriminellum harkaliði, sum hann hevði øst upp í varg – herjaði á ta fólkavaldu kongressina. Hetta var ein brotsgerð, men brotsmaðurin slapp at ganga leysur og slapp seinni at stilla upp til tað næsta valið. Hesin øri drápsmaðurin er nú forseti í sínum landi og sigur nú bart út, at hann hevur í hyggju at herja á nøkur av sínum grannalondum og leggja tey økir, hann hevur rænt, inn undir sítt egna barbariska land.
Úti í Atlantshavinum liggur okkara lítla oyggjaland, við vakrari náttúru, skaldskapi, mentan og einum arvi frá miðøldini, sum er dýrabarur og í roynd og veru umboðar eitt europeiskt reyðargull, sum annars í flestøllum londum er bliknað ella horvið. Í hesum sambandi er tað okkara eydna at liva í felagsskapi við tað helst mest mentaða fólkaræðið í Europa og heiminum. Spurningurin er í hesi støðu: - Nær fara rovdjórini at vakna og bera eyga við henda sjáldsama dýrgripin?
Men tann mest týðandi spurningurin er av øðrum slag. Vit hava eitt løgting og eitt landsstýri. Hvat er teirra skylda í hesum lagnutíðum? Og gera hesir stovnar sína skyldu? Tað eg dugi at síggja er svarið greitt. Í løtuni er ongin á brúnni – og í hvussu er hvørki okkara løgmaður ella okkara uttanríkis- ella mentamálaráðharri.
Vilja vit vita meira um hetta mál, kunnu vit spyrja finnar, estar ella fólk í Lettlandi og Litava. Hesi lond kenna sín granna og hava royndir av hansara framferð. Tá ið annar heimsbardagi brast á, herjaðu russarar á grannalondini vestanfyri, myrdu menninar, neyðtóku konufólkini og fluttu fólk í tíggjutúsundatali í sínar ræðuligu savningarlegur fyri eystan, har mong doyðu í hungri ella vórðu dripin.
Í okkara støðu slaka øld seinni er eitt at gera. Vit eiga at ríka og styrkja okkara samstarv við granna- og frændalandið Danmark og við tað frælsa og demokratiska Europa. Hetta er ikki løtan til at viðgera smálutir sum broytingar í ríkisfelagsskapinum. Veruleikin er, at okkara samstarv við Danmark hevur djúpar søguligar røtur. Og longu miðskeiðis í 19. øld, tá ið Danmark fekk sítt fyrsta demokratiska ting, valdu vit føringar eitt fólkavalt umboð inn á hetta tingið.
Um vit nú hyggja at máli og mentan, so hevur okkara samband og samstarv við Danmark sum heild verið ríkandi og stimbrandi. Vit føringar hava í øldir umframt okkara egna mál dugað danskt, sum samstundis hevur verið leiðin til, at vit eisini duga norskt og svenskt . Okkara egna mál er umframt tað – sum vit vita – eisini brúgvin til at tala, lesa og skriva íslendskt.
Men um henda spurning er meira at siga, og enn eru ikki allar súðir syftar. Tá ið undirritaði gekk á okkara Preliminer- og Studentaskúla árini 1956-60, lærdu vit næmingar føroyskt, danskt, enskt, týskt, franskt og latín. Partur av donskum var – um meg minnist rætt – at vit eisini lærdu nakað av svenskum og íslendskum.
Tey seinnu árini er tó hesum viðvíkjandi hend stór afturgongd, tí í dag ber til at fáa prógv á hægri stigi í Føroyum og hvørki hava lært danskt ella týskt. Fyri stuttum hevði ein fyrrverandi lærari eina beinrakna grein um hetta evni og gjørdi vart við, hvussu virðismikið tað er, at okkara ungu lesandi fáa atgongd til týskt mál og týska mentan. Mær vitandi hava vit í Føroyum ein mentamálaráðharra, men aftur noyðist ein at spyrja: - Er ongin á brúnni?
Her er neyðugt at koma við eini søguligari viðmerking. Tá ið eg gekk á studentaskúla, høvdu summi á tí tjóðskaparliga loysingarvonginum ta áskoðan, at vit føringar als ikki skuldu læra danskt, men enskt ella – sum vit tá søgdu – eingilskt. Hesin glæsiligi tjóðveldisdreymurin er nú gingin út, og nøkur av okkara ungu tosa nú eitt vánaligt enskt-føroyskt blandingsmál og brúka eitt nú sagnorð sum at remembra og at regretta. Er tað ikki stórt? Danskt var tað mentaða grannamálið hjá okkara forfedrum og var samstundis – uttan at tað slapp at ørkymla okkara móðurmál – málið í helminginum av okkara vísu- og kvæðaskaldskapi.
Men nú kemur – misskiltum tjóðskapi fyri at takka – enskt – og væl at merkja ikki tað vakra og mentaða málið hjá Shakespeare, Dickens ella Graham Greene – men eitt barnsligt og hjálparleyst pidgin- enskt og etur og rotar – sum ein herur av maðkum – okkara móðurmál upp innanífrá. Men ongin talar at og – eina ferð enn – ongin er á brúnni. Mær vitandi hava vit í Føroyum ein mentamálaráðharra – men svevur hann?
Um eg nú til seinast vendi aftur til tann upprunaliga spurningin, so er tað í hesum tíðum meira umráðandi enn nakrantíð fyrr, at vit føringar taka lógvatak saman við okkara donsku vinum og okkara grannum í tí demokratiska Europa og vísa øllum rovdjórum durafjórðingin. Hetta er ikki løtan til at brúka tíð og kreftir til ríkisrættarlig smámál.
Eg havi fest hesi orð á blað niðri á PanAm í H.N. Jacobsens Bókhandli. Rundan um meg sita ella ganga útlendingar, sum tala týskt, enskt, italienskt og franskt, og sum fegnast um okkara vakra oyggjaland og sum hugtikin eygleiða børkubónda, kápukonu og mýrifípu í okkara vøkru náttúru.
Nú ein dagin var ein mentanarløta í fløguhandlinum TUTLi, har vaksin, ung og børn trinu okkara forna dans, meðan útlendskir gestir hugtiknir lýddu á og fegnaðust um henda ríka musikalska arvin úr miðøldini, sum okkara oyggjatjóð – sum tann helst einasta í Europa – hevur varðveitt.
Gott summar!