Hava slept ætlanini at byggja íbúðir

 Partafelagið, Heimbýli, hevur nú slept ætlanini um at fara undir íbúðarbygging, og samstundis er felagið avtikið. Tað sigur Betri í eini fráboðan nú á miðdegi.

 

Felagið Heimbýli var eitt samstarv ímillum Betri, partafelagið Elvi, smápartafelagið Árna Jakobsen og smápartafelagið SN, og endamálið var at byggja leiguíbúðir. Men nevndin í Betri heldur nú, at fortreytirnar at fara undir at byggja leiguíbúðir eru broyttar.

 

–Kapitalkrøvini frá Fíggjareftirlitinum til SIFI fíggjarfyritøkur, sum eru fíggjarstovnar við serliga stórum samfelagstýdningi, økjast munandi hesi næstu árini. Samstundis verður kravið frá føroyska Váðaráðnum til fíggjarliga trygd, hert enn meira næsta ár, og í 2020. Harafturat má staðfestast, at hákonjunkturur er í Føroyum, staðfestir Betri.

 

Tey siga, tí er tað torført at fáa inntøkur av leigu at standa mát við byggi- og fíggjarkostnaðir. Nevndin í Betri hevur tí endurskoðað ætlanirnar við Heimbýli og niðurstøðan er, at hugsast má fyrst og fremst um fíggjarligu krøv frá Váðaráðnum og Fíggjareftirlitinum.

 

Ætlaninar at byggja leiguíbúðir eru tískil sleptar, og partaeigararnir í Heimbýli hava samstundis gjørt av at avtaka felagið.

 

– Høvuðsendamálið hjá Betri, sum móðurfelag í Betri samtakinum, er fyrst og fremst at tryggja, at dótturfeløgini, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Banki, verða rikin skynsamt og trygt, og at kapitalgrundarlagið hjá dótturfeløgunum altíð væl og virðiliga lúka lógarásettu krøvini, sigur Betri.