Um eina viku, hóskvøldið 8. mai klokkan 19.15 spælir føroyska manslandsliðið EM-undankappingardyst móti Kosovo á útivølli í Pallati i Rinise dhe Sporteve høllini í Pristina.
Føroyar vunnu 32-21 (13-9) á Kosovo í høllini á Hálsi í Havn 6. november í fjør. Men Kosovo hevur víst seg at vera eitt sera sterkt heimalið. Teir leiktu javnt 33-33 móti Niðurlondum, og vunnu 31-30 á Ukraina á heimavølli. Tí er einki givið undan hesum dystinum.
Føroyar spæla sætta og seinasta EM-undankappingardystin á heimavølli við Tjarnir, sunnudagin 11. mai klokkan 17.
Føroyar eru fremst í bólki 6 við fimm stigum. Niðurlond og Ukraina hava fýra stig hvør, og Kosovo hevur trý stig. Tí er alt opið í hesum bólkinum.
Kosovanski hópurin, ið møtir Føroyum sær soleiðis út:
##med2##