Tað vera heili seks føroyingar at halda eyga við í EHF European League bólkaspælinum í heyst.
Talan er um Bjarna í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagar teirra í Vali, Óla Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfeløgum teirra í Sävehof, Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgum hansara í THW Kiel, og Jóhan á Plógv Hansen og liðfeløgum hansara í Flensburg-Handewitt.
Føroysku leikararnir koma ikki at møtast í innleiðandi bólkaspælinum. Vónandi kunnu vit fáa onkrar uppgerðir teirra millum, tá lið teirra - vónandi - hava vunnið seg víðari úr bólkaspælinum.
HER eru innleiðandi bólkarnir. Føroyingaliðini eru at finna í bólkunum E, F, G og H:
##med2##
##med3##