Klokkan 16 verður fyrsta bríksl í U-21 landsdystinum í Klaksvík. Stórfavorittarnir úr Portugal eru gestir, og tað er einki at liggja omaná, at umstøðurnar at spæla fótbólt í Klaksvík í dag eru øðrvísi, enn teir úr Portugal eru vanir við.
Tað er høgætt, og tað er hvítt heilt langt oman. Tað er kalt, og ælingarnir kunnu vera frekir. Men tað er rættiliga stilt, og vøllurin er grønur og góður at spæla á.
At talan er um eitt tað besta U-21 landsliðið í Europa sæst aftur í, at føroysku venjararnir Eyðun Klakstein venjari og Atli Gregersen hjálparvenjari leggja fyri við serligum denti á verjuspæli.
Føroyska liðið er í 5-4-1 uppstilling við Jørgeni Nielsen sum einasti manni í fremstu røð
Føroyar – Portugal kl. 16.00
U-21 EM undankappingardystur í Klaksvík
Dómarakvartett úr Makedonia: Jovan Kachevski, Slagjan Markoski, Branko Putilin og Ivana Projkovska (4. dómari)
Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Ási P. Dam, Elias Rusborg, Børge Petersen, Gullbrandur Øresttad, Martin Agnarsson –Heini Sørensen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Noah Mnenéy, Olaf Bárðarson – Jørgen Nielsen
Á beinkinum: Jóannes Eyðfinsson Davidsen, Jákup N. Vilhelmsen, Emil Weihe Joensen, Leivur F. Guttesen, Beinir Nolsøe, Bergur J. Poulsen, Gutti Dahl-Olsen, Jens Erik Bruhn, Ejvind R. Mouritsen
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen