I AM við nýggjum staklagi

20 ár eru liðin síðani fyrstu útgávuna hjá bólkinum. Nú kemur I AM við fyrsta staklagnum síðani 2003.

Kristni rokkbólkurin I AM er komin við nýggjum staklagi, nú bólkurin ger seg til reiðar til stóra hátíðarkonsert saman við P.O.D.

 

Lagið, sum eitur “Can’t Stand (That Face)”, var framleitt bæði í Føroyum og í Danmark. Alvin Ellebye stóð fyri upptøkuni av ljóðførum í Klaksvík, meðan Søren Mikkelsen upptók sang og stóð fyri heildarframleiðsluni av lagnum í Medley Studios í Keypmannahavn. Søren Mikkelsen hevur fyrr samstarva við donskum nøvnum sum Kim Larsen, Magtens Korridorer og Søren Huss.

 

“Can’t Stand (That Face)” er eitt av tyngru løgunum hjá I AM, men hóast tyngd og tónleikaligan ágang, so er lagið melodiøst og fangandi. Orðini snúgva seg um hvussu lættliga summi fara um lívsins álvarsomu og stóru spurningar.

 

I AM hevur eisini gjørt eitt videolag til sangin. Raclip hevur framleitt videolagið, sum sæst í kagaranum omanfyri. Pætur Høj leikstjórnaði videolagnum, sum varð tikið upp í missiónshúsinum á Eiði.

 

I AM hevur nógv ár á baki í føroyskum tónleikahøpi. Bólkurin byrjaði miðskeiðis í 90'unum í Klaksvík og hevur tvær fløguútgávur á baki. Fleiri ferðir hevur bólkurin spælt á landsins stórstu pallum, ligið ovast á hittlistunum og hevur somuleiðis verið uttanlanda og spælt í fleiri umførum. Í ár eru tað 20 ár gingin síðani fyrra fløga teirra, CAST, kom á marknaðin. Ein teirra kendasti sangur, “Alla leið”, var at finna á tí fløguni.

 

Hesin 20-ára dagur verður hátíðarhildin á ein serligan hátt 22. mars, tá ið I AM skal spæla saman við kenda amerikanska tungmálmsbólkinum P.O.D. Konsertin verður í høllini á Hálsi í Tórshavn.

 

Seinna fløgan hjá I AM kom út í 2003 og æt hon “xthree.one.four”.

 

Limirnir í I AM eru:

 

Birgir Sigurðsson — sang

Eyðbjørn Jacobsen — bass

Heðin Askham — ljómborð

Hans Ove Johansen — trummur

Arni Zachariassen — gittar

 

Kelda: Arni Zachariassen á Medium.com.