Í kvøld kann Hákun fáa debut í Champions League

Klokkan 19.45 í kvøld spælir Füchse Berlin fyrsta dystin í bólkaspælinum í Champions League

Mynd: Füchse Berlin

Í kvøld klokkan 19.45 bíðar ein spennandi uppgáva hjá Hákun West av Teigum og liðfeløgunum í Füchse Berlin.

 

Á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin tekur spælir Füchse Berlin fyrsta dystin í bólkaspælinum í Champions League.

 

Mótstøðuliðið í dystinum í bólki A er Veszprem úr Ungarn.

 

Sambært altjóða veddingarfyritøkunum er talan um ein opnan dyst, har oddsini eru púra jøvn.

 

Sleppur Hákun upp í part verður tað debutdysturin hjá honum í Champions League. Allar Hondbólts-Føroyar vóna, at tað fer at henda í kvøld.

 

Í kvøld vóna vit á in.fo at hava ein videosamandrátt frá dystinum millum Füchse Berlin og Veszprem.

 

##med2##

 

Mynd: Füchse Berlin