Tað sigur Jákup Sverri Kass, sum er flogvallarstjóri á flogvøllinum í Sønderborg í Danmark.
Hann sigur, at BMC (tað er Bitten og Mads Clausen Fonden) er grunnur hjá Danfoss, sum ger íløgur í endamál, sum eru til frama fyri Danfoss. Og tad er BMC sum eigur 50,1% av Sønderborg Lufthavn.
– Vit hava í 2024 gjørt íløgur í eitt nú banaljós, sum ger, at el-rokning okkara er farin niður við 74 prosentum. Vit hava keypt fyrsta el-rikna de-icara í danska kongaríkinum, vit súkkla heldur enn koyra, har tað ber til, vit fáa okkum fyrsta »virituella tornið« í kongaríkinum ístaðin fyri at byggja eitt nýtt (bygging útletur eisini CO2). Nýggja tornið verður ein mastur við vakmyndatólum, sigur Jákup Sverri Kass.
– Vit hava installatiónir sum kunnu veita streym til el-flogfør. So í hesum førinum hevur okkara leiklutur verið at samskipa flúgvingina – og saman vid øðrum, at gjørt tað møguligt hjá BETA Technologies at fremja fyrstu innanríkisflúgingina í Evropa við miðvíst at arbeiða við grønum loysnum innan flogvinnuna, sigur Jákup Sverri Kass.
– Man kann siga at hetta er ein liður í grønu umleggingini, tí leggja vit nógv fyri at fáa tað til at bera til, sigur stjórin Sønderborg Lufthavn, Jákup Sverri Kass.