Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA Akureyri spældu í kvøld dyst á útivølli móti Vali í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Valur vann greiðan 3-1 sigur. Valur var á odda 2-0 í steðginum, og í 56. minutti øktu teir til 3-0. KA megnaði bert at svara aftur eina ferð. Jóan Símun var á vøllinum í 61 minuttir.
Hjá Vali var talan um fyrsta sigurin hetta kappingarárið aftaná tveir javnleikir í teimum fyrstu umførunum.
KA er aftast í deildini við einum stigi fyri tríggjar dystir. Tó hava FH, ÍBV og Afturelding eisini bert eitt stig, men KA hevur ringastu málúrtøkuna.
Sunnudagin klokkan 17.15 hevur KA heimadyst móti FH.