Í dag er Jens Stoltenberg, sum í fleiri ár var Nato-aðalskrivari, fíggjarmálaráðharri í norsku stjórnini. Tað er eingin loyna, at hann sum ovasti leiðari í verjusamgonguni Nato var heitur talsmaður fyri at stuðla Ukraina í krígnum móti russiska hersetingarvaldinum.
Hann sigur, at tá norskir ráðharrar fara at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump, fer hann at endurtaka tað, sum eisini Noreg stendur fyri mótvegis Ukraina, og her hevur Noreg verið ein av dyggastu stuðlum hjá krígsherjaða landinum.
- Bæði USA, Noreg og Nato fara at gerast tryggari, um tað fer at eydnast Ukraina at verja seg móti hernaðarligum álopum. Fær russiski forsetin hinvegin sín vilja í Ukraina, verður allur heimurin ótryggari, sigur hann.
Jens Stoltenberg sigur, at USA veit væl, hvat Noreg stendur fyri í hesum spurningi.
Í dag fanst amerikanski forsetin, Donald Trump, at ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, tí Zelenskyj hevur sagt, at Ukraina fer ikki at viðurkenna, at Russland tók Krim-hálvoynna frá Ukraina í 2014.
- Noreg saman við fleiri øðrum Nato-londum letur munandi hernaðarligan stuðul til Ukraina, tí vit halda, at tað kann gerast vandamikið fyri okkum, um Ukraina tapir kríggið móti Russlandi.
Jens Stoltenberg sigur við norska kringvarpið NRK, at um russiska læran av krígnum í Ukraina er, at fólkarætturin bara kann brótast av einum stórveldi, er vandi á ferð.