Klokkur ringdu í Nagasaki til 80 ára dagin fyri kjarnorkubumbuna

Tann 9. august 1945 slepti USA eina kjarnorkubumbu yvir Nagasaki, har túsundtals fólk doyðu. Býurin helt 80 ára dagin leygardagin

Dúgvur flugu framvið eini friðarstandmynd í Nagasaki leygardagin í sambandi við at 80 ár eru liðin síðani kjarnorkubumbuspreingingina. - Mynd: Str/Ritzau Scanpix

Tvær klokkur ringdu samstundis leygardagin, tá ið 80 ár vóru liðin, síðani japanski havnarbýurin Nagasaki varð raktur av eini amerikanskari atombumbu.

Tað upplýsir AFP-tíðindastovan.

Kjarnorkubumban varð slept 9. august 1945 klokkan 11:02, og umleið 74.000 fólk doyðu.

Tríggjar dagar frammanundan hevði USA slept eina kjarnorkubumbu yvir býin Hiroshima, og umleið 140.000 fólk doyðu, sambært AFP.

Leygardagin var 80 ára dagurin merktur av, at tvær klokkur ringdu úr eini dómkirkju, sum var nær við at verða fullkomiliga oyðiløgd í risastóru spreingingini fyri fyrstu ferð síðani 1945.

Dómkirkjan varð uppafturbygd í 1959. Bert ein av teimum báðum klokkunum í dómkirkjuni varð funnin í oyðimørkunum eftir kjarnorkubumbuna.

Men við gávum frá amerikanskum kirkjufólkum varð nýggj klokka bygd, og leygardagin ringdu báðar klokkurnar júst í tí løtu, tá bumban varð slept fyri 80 árum síðani.

Eldri presturin í dómkirkjuni, Kenichi Yamamura, heldur, at endurnýggjanin av klokkuni "vísir stórleika menniskjans."

- Tað snýr seg ikki um at gloyma sárini frá fortíðini, men um at viðurkenna tey og taka stig til at bøta og umbyggja, og við tí, at arbeiða saman fyri friði, sigur Yamamura við AFP.

Leygardagin varð 80 ára dagurin fyri atombumbuna á Nagasaki eisini markeraður við eini tøgnløtu og einum hátíðarhaldi, har borgarstjórin, Shiro Suzuki, heitti á heimin um at "steðga vápnaðum ósemjum beinanvegin".

 

##med2##

- 80 ár eru liðin, og hvør kundi hugsað sær, at heimurin fór at verða soleiðis?

- Ein kreppa, sum kann hótta yvirlivilsið hjá mannaættini, eitt nú eitt kjarnorkukríggj, hóttir hvønn einasta av okkum, sum liva á hesi planet, segði hann undir hátíðarhaldinum.

Endamálið við at sleppa bumbunum var at fáa Japan at geva seg yvir í seinna heimsbardaga.

Eftir álopið á Hiroshima fekk Japan tríggjar dagar frá USA at geva seg yvir. Men tá amerikanarar einki svar fingu, slepti USA enn eina atombumbu á Nagasaki 9. august.

Tann 15. august 1945 kapituleraði Japan, og soleiðis endaði seinni heimsbardagi.

 

Ritzau/AFP

 

Dúgvur flugu framvið eini friðarstandmynd í Nagasaki leygardagin í sambandi við at 80 ár eru liðin síðani kjarnorkubumbuspreingingina. - Mynd: Str/Ritzau Scanpix

Í juli varð ein klokka sett upp ovast í einum klokkutorni, sum var ein partur av einum dómkirkju, sum næstan varð fullkomiliga løgd í oyði av kjarnorkubumbuni í 1945. - Mynd: Koichi Nagano/Ritzau Scanpix