Kvinnulandsliðið úttikið

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 18 leikarar til venjingar og tveir vinardystir móti Slovakia í tíðarskeiðnum 22. - 29. september

Nú byrja fyrireikingarnar til EM-endaspælið av álvara. Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 18 leikarar til venjingar og tveir vinardystir móti Slovakia í tíðarskeiðnum 22. - 29. september, skrivar Hondbóltssambandinum.

 

Hópurin kemur at venja saman 22. - 25. september, hareftir at ferðast verður til Slovakia, har okkara skulu spæla tveir venjingardystir móti Slovakia, ávikavist fríggjadagin 27. og leygardagin 28. september.

 

Føroyska liðið kemur hereftir saman aftur í viku 47, har Føroyar eisini spæla tveir venjingardystir í Føroyum móti Svøríki B, fríggjadagin 22. og leygardagin 23. nov. Mikudagin 27. november gongur leiðin til Basel til EM-bólkaspælið, har Føroyar eru í bólki saman Sveis, Kroatia og Danmark.

 

Málverjar:

 

Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)

 

Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

 

Útispælarar:

 

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)

 

Karin Egholm, H71 (við til venjingar 22. - 25. sep)

 

Brynhild Pálsdóttir, H71

 

Rannvá Olsen, VÍF

 

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71

 

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

 

Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

 

Brynja Høj, Neistin

 

Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

 

Elsa Egholm, H71

 

Jana Mittún, Viborg HK (DEN)

 

Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)

 

Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)

 

Lukka Arge, H71

 

Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)

 

Fríða Nolsøe Olsen, VÍF (við til venjingar 22. - 25. sep)