USA fer at seta 35 prosent av tolli á kanadiskar vørur frá 1. august.
Tað er sambært einum brævi, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur deilt á Truth Social.
Brævið er skrivað til kanadiska forsætisráðharran, Mark Carney, og er undirskrivað av Trump sjálvum.
Trump skrivar í brævinum, at USA hevur játtað at halda fram at samstarva við Kanada, hóast Kanada hevur innført tað, sum hann lýsir sum búskaparlig hevndartiltøk móti USA.
- Um tit onkursvegna gera av at hækka tykkara toll, verður upphæddin, tit velja at hækka tollin við, løgd afturat teimum 35 prosentunum, sum vit taka inn, skrivar Trump.
Trump leggur millum annað tollin á, orsakað av fentanylkreppuni, sum USA í løtuni hevur, sambært Trump. Tað var orsøkin til, at hann í februar setti toll upp til 25 prosent á innflutningin úr Kanada.
Fentanyl er eitt pínustillandi opioid, sum er umleið 100 ferðir kraftmiklari enn morfin.
- Sum tú minnast, so setti USA toll á Kanada fyri at fáa tamarhald við fentanylkreppuna í okkara landi, sum millum annað kemst av, at Kanada ikki megnaði at forða fyri, at rúsevni streyma inn í okkara land, skrivar Trump í brævinum.
Ein onnur orsøk er, at Kanada sambært Trump hevur lagt toll upp til 400 prosent á amerikanskar mjólkabøndur.
- Og tað er, um vit yvirhøvur ganga út frá, at okkara mjólkaframleiðarar hava atgongd at selja sínar vørur til kanadiska fólkið.
- Handilsjavnin er ein stór hóttan móti búskapi okkara og - sanniliga - tjóðartrygd okkara, skrivar Trump.
Flyta kanadiskar fyritøkur til USA, verður eingin tollur, leggur Trump dent á.
- Vit fara faktiskt at gera alt vit kunnu fyri at fáa góðkenningarnar skjótt, professionelt og rutinerað - við øðrum orðum innan fáar vikur, skrivar forsetin.
Trump skrivar at enda í brævinum, at um Kanada fer at samstarva við hann um at steðga streyminum av fentanyl til USA, kann hann umhugsa tað, sum hann kallar eina tillaging.
- Hesin tollur kann broytast antin upp ella niður, alt eftir okkara sambandi við tykkara land. Tú verður ongantíð skuffaður av USA, sigur Trump at enda.
Enn hevur Carney ikki svarað brævinum frá Trump.
/Ritzau/