Leivur er givin í HB

Sáttmálin er uppsagdur, og Leivur hevur frítt at finna sær annað felag

HB og Leivur Fossdal Guttesen eru komin ásamt um at samstarvið heldur uppat.

 

Sáttmálin er uppsagdur, og Leivur hevur frítt at finna sær annað felag.

 

Vit takka Leivi fyri avrikini í HB og ynskja honum alt tað besta, skrivar HB í kvøld.

 

Sambært FaroeSoccer hevur Leivur Fossdal Guttesen spælt 11 landskappingardystir og skorað tvey mál í ár.

 

23 ára gamli Leivur F. Guttesen umboðaði seinna partin av 2020 AB. Annars hevur hann bara spælt við barndómsfelagnum HB. Tilsaman hevur hann spælt 48 dystir og skorað fýra mál í bestu deildini.