Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne spældu í kvøld heimadyst móti Roskilde í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Tað eydnaðist suðuroyggjamonnum at vinna ein greiðan 30-24 sigur. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-13.
Pauli skoraði trý mál, og Pætur skoraði tvey mál.
Team Sydhavsøerne hevur átta stig fyri seks dystir, og teir eru bert tvey stig aftanfyri tey bæði fremstu liðini, HØJ hjá Paula Jacobsen og Skive, ið bæði hava 10 stig.
Klokkan 13 í morgin spælir HØJ móti Midtjyllandi á útivølli.
Lemvig-Thyborøn uttan ein akslaskaddan Kjartan Johansen vann á útivølli 37-29 (18-15) á Faaborg. Ein kelda hjá in.fo sigur, at Kjartan verður væntandi klárur skjótt at fara á vøllin aftur fyri Lemvig-Thyborøn.