Føroyska manslandsliðið hevur á døgurða í dag havt tíðindafund á Tórsvølli undan Nations League landsdystinum móti Lettlandi, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Á tíðindafundinum vóru Håkan Ericson, landsliðsvenjari, og Meinhard E. Olsen.
Ein afturvendandi spurningur síðani tapið í Lettlandi í farna mánaði, er støðan hjá landsliðsvenjaranum. Til tíðindafundin undan dystinum móti Armenia segði Sølvi Vatnhamar, at spælararnir stuðla venjaranum og hyggja fyrst eftir at taka ábyrgd fyri sínum egnu avrikum. Nakað tað sama segði Meinhard Egilsson Olsen í dag.
- Vit eru ein eind og blíva bara sterkari. Vit stuðla venjaranum hundrað prosent. Vit hava havt nakrar góðar samrøður við venjaran og millum spælararnar. Vit mugu eisini taka okkara part. Tað kann gott vera, at onnur vilja at tað skal verða øðrvísi, men vit hava tað gott sum ein hópur, sigur Meinhard Egilsson Olsen, sum sjálvsagt iðraði seg um mistu stigini móti Armenia.
- Tað var ein tungur endi móti Armenia. Vit eru í sjeynda himmli móti endanum, men klára ikki at halda fokus á mál. Vit eru til reiðar at reisa okkum móti Lettlandi. Vit síggja møguleikar og vænta, at um vit avrika sum móti Armenia, so hava vit ein góðan møguleika at fáa eitt gott úrslit.
Spurningurin um hvat er eitt gott úrslit, fekk Meinhard Egilsson Olsen eisini, men hvørki hann ella venjarin vilja tosa um at Føroyar eiga at vinna dystin.
- Um vit avrika væl, so fáa vit eitt gott úrslit. Tað er smáir marginalar í fótbólti, sum eru munurin millum eitt stig og trý stig. Tað sóu vit seinast. Vit mugu byrja við avrikinum, sum skal verða á sama stigi sum móti Armenia, sigur vongurin hjá Mjøndalen og leggur afturat:
- Hetta er ikki ein dystur, sum vit bara eiga at vinna. Hetta er ein dystur, har um avrikið er gott, so kunnu vit fáa eitt gott úrslit. Tað positiva hjá okkum í løtuni er, at vit hava spælarar, sum kunnu koma inn broytar dystir. Tí er tað ikki alt avgerandi hvør byrjar, men at spælararnir eru til reiðar, tá teir koma á vøllin.
Føroyar spæla móti Lettlandi í annaðkvøld klokkan 19.45.
##ms##