Miðlar: Trump og Putin hittast á fjarskotnari hernaðarstøð

Sambært CNN var tað ikki lætt at finna eitt pláss til fundin millum amerikanska og russiska forsetan fríggjadagin.

Mynd: Sarah Meyssonnier Ilya Pitalev/AFP/Ritzau Scanpix

Fundurin millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og russiska forsetan, Vladimir Putin verður á hernaðarstøð í býnum Anchorage í Alaska fríggjadagin.

Tað siga fleiri amerikanskir miðlar, sum byggja á ónevndar keldur í amerikansku stjórnini, eitt nú CNN og The New York Times.

Meira nágreiniliga skulu teir báðir ríkisleiðararnir hittast á hernaðarstøðini Elmendorf-Richardson, skriva fjølmiðlarnir.

Enn er einki nevnt um, nær á degnum Putin og Trump hittast.

Støðin verður av Sky News lýst sum kavaklødd og fjarskotin.

Sjálv støðin skrivar á heimasíðuni, at hon liggur í einum øki í suður-miðstaðarøkinum í Alaska, sum er fylt við "náttúruvøkrum, kavaklæddum fjøllum, vøtnum, áum, jøklum og ríkum djóralívi".

Sambært CNN var tað eingin løtt uppgáva hjá londunum báðum at semjast um eitt fundarstað í ljósinum av handtøkuboðnum fyri krígsbrotsverk, sum altjóða revsirætturin gav út móti Putin í 2023.

 

Ritzau/

 

Mynd: Sarah Meyssonnier Ilya Pitalev/AFP/Ritzau Scanpix