Mikkjal var eisini bestur í september

Svenska Elitfotboll hevur aftur valt Mikkjal K. Thomassen at vera besta venjara í Svøríki

Í august varð føroyski venjarin Mikkjal K. Thomassen í AIK í Stokholm kosin at vera besta venjari í Svøríki.

 

Nú hevur svenska Elitfotboll kosið besta venjaran í september, og aftur er tað Mikkjal K. Thomassen, sum hevur vunnið heiðurin at vera kosin besti venjarin í Svøríki.

 

Í løtuni er AIK Stokholm á fjórða plássi við 45 stigum. Tað eru tvey stig fram til Hammarby og Djurgården, sum við sama stigatali eru frammanfyri AIK. Malmø FF er suverent topplið við 57 stigum.

 

At Mikkjal K. Thomassen tvær ferðir á rað er kosin besti venjarin í Svøríki kemst av, at úrslitini hjá AIK hava verið nógvar ferðir betri, síðani hann tók við í juli, enn tey vóru frammanundan.

 

AIK hevur vunnið níggju dystir, ein er endaður við javnleiki, og tríggjar ferðir er AIK farið av vøllinum uttan úrtøku.

 

Fyrsti dysturin hjá AIK eftir landsliðssteðgin verður mánadagin 21. oktober, tá ið Mikkjal K. Thomassen og AIK fara at spæla á útivølli ímóti gamla stórfelagnum IFK Göteborg.