Okkara komandi mótstøðulið í HM-undankappingarbólki L, Montenegro spældi fyrr í kvøld dyst á heimavølli móti Gibraltar.
Daniel Bent skelkaði heimafjøldina við at leggja Gibraltar á odda 1-0 longu í 13. minutti. Níggju minuttir seinni javnaði Stevan Jovetic til 1-1.
Støðan helt sær til 70 minuttir vóru leiktir. Tá skoraði heimaliðið tvey mál innanfyri tríggjar minuttir. Marko Tuci legði fyrst Montenegro á odda 2-1, og Adam Marusic økti til 3-1, ið gjørdist úrslitið av dystinum.
Heimildarmaður hjá in.fo, ið hugdi eftir dystinum sigur, at talan var ikki um eitt sannførandi avrik hjá Montenegro, ið Føroyar spæla ímóti týskvøldið klokkan 19.45. Gibraltar rakti eisini træverkið hjá Montenegro, og kundi verið væl nærri sensasjónini.