Týska blaðið Die Welt hevur sett í starv rusisska journalistin Marinu Ovsjannikova.
Hon gjørdist heimsgitin, tá hon undir beinleiðis sending í russiska ríkissjónvarpinum mótmælti krígnum í Ukraina.
Tann 43 ára gamli journalisturin, verður free-lance journalistur fyri Die Welt. Hon skal greiða frá í blaðnum um millum annað Ukraina og Russland. Tað upplýsir blaðið í eini fráboðan.
Hon skal skriva fyri blaðið eins og vera javnan við í sjónvarpstíðindunum.
Ovsjannikova var redaktørur á einum av teimum stóru ríkisstuðlaðu sjónvarprásunum. Miðskeiðis í mars mótmælti hon undir eini beinleiðis tíðindasending.
Mótmælið var á ríkisstuðlaðu Kanal 1. Meðan tíðindini vóru í sjónvarpinum kom hon brádliga til sjóndar í bakgrundini
– Nei til kríggj. Steðga krígnum. Trúgvið ikki propagandanum. Tey lúgva fyri tykkum, stóð á einum skelti, sum hon helt upp fyri skíggjan handan tann, ið læs tíðindini.
Teksturin var bæði á enskum og á russiskum, sum bara sást í nøkur sekund. Síðani varð skift til annað innslag.
Síðani hoyrdist, at Marina Ovasjannikova rópti »steðgið krígnum. Nei til kríggj«.
Síðani var russiki journalisturin við egnum orðum avhoyrd í 14 tímar og fekk eina bót upp á 30.000 ruplar fyri at »samskipað eina óheimiðlaða almenna hending.« Tað svarar til 1900 krónur.
Marina Ovsjannikova hevur noktað seg seka í ákærunum.
Hon hevur áður í samrøðu sagt, at hon er greið um, at tað kann fáa stórar avleiðingar at seta seg upp ímóti russisku stjórnini.
– Eg haldi, at tað, eg gjørdi, var tað rætta, men eg eri eisini farin at skilja vavið av trupulleikunum, sum eg havi í væntu, hevur hon sagt.
Marina Ovsjannikova vónar, at mótmæli hennara kunnu vera við til at lata eygu upp hjá russum.
/ritzau/AFP