Øll skipini hava svartkjaft

Seinastu vikurnar hevur Havsbrún keypt nógvan svartkjaft, og aftur hesa vikuna landa fýra skip svartkjaft í Fuglafirði.

 

Havsbrún í Fuglafirði hevur í dag boðað frá, hvørjar landingar verða hesa vikuna, viku 19. 

 

Tað verða fýra skip, sum landa í Fuglafirði í vikuni, og skipini eru: 

 

Katrin Jóhanna (1800), Ango (1550), Høgaberg (2400) og Tróndur í Gøtu (2400 tons).

 

Øll skipini hava svartkjaft.

 

Í síðstu viku landaðu sjey skip í Fuglafirði, og tá vóru skipini og nøgdirnar:

 

Katrin Jóhanna (1750), Ango (1000),  Høgaberg (3150), Finnur Fríði (2950), Borgarin (2400),  Arctic Voyager (1900) og Norðingur (1800 tons).

 

Eisini í síðstu viku høvdu øll skipini svartkjaft.