Navia hevur keypt Andreas í Vágsbotni

Føroya størsti ullavøruhandil, sum er Navia á Toftum, hevur keypt gamla handilsbygningin hjá Andreasi í Vágsbotni, sum læt aftur fyri nøkrum árum síðan.

 

Stjórin í Navia, Óli Kristian á Torkilsheyggi, heldur, at hetta er ein spennandi íløga og ein framúr staðseting í hugnaliga umhvørvinum í Vágsbotni.

 

- Yvirtøkudagurin er hin 10. september, og eftir tað fara vit so smátt at gera nakrar umvælingar og dagføringar inni í bygningnum. Her er ymiskt, sum skal gerast; gólvini skulu styrkjast, og eitt nú skal alt el gerast av nýggjum.

 

Óli Kristian sigur, at handilin uttan verður júst, sum hann er í dag, og her verður einki broytt. 

 

- Hetta verður framvegis ein reyður bygningur við hvítum vindeygum og núverandi útsjónd, og vit fara eisini at syrgja fyri, at her framvegis verða hvítbotnaðir gummiskógvar at fáa, sigur hann brosandi.

 

Stjórin vísir á, at handilin hjá Navia í Vágsbotni serliga fer at venda sær til útlendsk ferðafólk. Her verða ullavørur, jakkar, stivlar, regnklæðir, og her verður ymiskt til gongutúrar og annað.

 

Navia í Vágsbotni fer eisini at hava ymiskt souvenirs – ella minnislutir – sum ferðafólk og onnur ofta spyrja eftir.

 

- Vit kunnu siga, at handilin serliga fer at venda sær til útlendskt ferðafólk, men her verður sjálvsagt eisini nógv, sum føroyingar spyrja eftir, eins og tógvhandil verður á aðru hædd í bygninginum. 

 

Hann leggur aftrat, at øll viðskiftafólk sjálvsagt verða hjartaliga vælkomin í handilin í Vágsbotni. 

 

Navia fer at halda fram við handlinum í SMS, sum serliga vendir sær til føroyingar.

 

- Vit halda, at handilin hjá Andreasi í Vágsbotni er eitt spennandi handilshús í einum sera hugnaligum umhvørvi, og tí hava vit valt at keypa bygningin og lata handilin uppaftur.

 

Stjórin sigur, at skjótt verður farið í holt við at umvæla og dagføra bygningin, og Óli Kristian á Torkilsheyggi væntar, at klárt verður at lata handilin í Vágsbotni upp einaferð til várs.

 

Navia rekur stóran handil á Toftum, og fyri nøkrum árum síðan vórðu umvælingar og dagføringar gjørdar her við tí fyri eyga at skapa eitt spennandi og forvitnisligt umhvørvi fyri viðskiftafólkini.

 

- Navia-handilin á Toftum er innrættaður soleiðis, at hølið er sera opið og rúmligt, og á henda hátt fáa viðskiftafólk eitt gott yvirlit yvir allan handilin, sigur stjórin. 

 

Navia byrjaði sítt virksemi í 2004, og í 2011 keypti fyritøkan Oyrahandilin á Toftum. Í dag starvast umleið 20 fólk í fyritøkuni.