Norski oljugrunnurin væntar at selja fleiri av sínum íløgum í ísraelskum fyritøkum.
Tað segði leiðarin í norska oljugrunninum, Nicolai Tangen, á tíðindafundi í gjár, sambært norsku tíðindastovuni NTB.
Fráboðanin kemur, eftir at tað kom fram í gjár, at oljugrunnurin hevur selt øll síni partabrøv í 11 útvaldum ísraelskum feløgum seinastu dagarnar.
Tað sigur norski tjóðbankin í tíðindaskrivi, skrivar norski miðilin NRK.
Bakgrundin fyri søluni er kríggið í Gaza og støðan á Vestara Áarbakka.
Sølan fer fram stutt eftir, at blaðið Aftenposten skrivaði, at oljugrunnurin í 2024 átti partabrøv í millum annað Bet Shemesh Engines, sum er eitt ísraelskt felag, sum viðlíkaheldur ísraelsk stríðsflogfør.
Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, staðfesti undir einum floksleiðslukjaki mánakvøldið, at Bet Shemesh Engines er eitt av feløgunum, sum oljugrunnurin hevur selt av.
Á tíðindafundinum í morgun viðgongur Tangen, at íløgan í felagið átti at verið mett øðrvísi.
Sambært NRK gjørdi grunnurin seinastu metingina av sínum íløgum í Ísrael síðst í mai.
Her varð íløgan í Bet Shemesh Engines flokkað sum miðal váði.
- Vit mugu ásanna, at felagið átti at verið flokkað sum high risk, sigur Tangen á tíðindafundinum.
Sambært NTB vóru allar fyritøkur, sum vórðu flokkaðar sum høgur váði, antin seldar ella sendar til meting hjá norska etiska ráðnum.
Oljugrunnurin hevur als ikki selt øll síni ísraelsku partabrøv.
Síðst í juni hevði grunnurin íløgur í 61 ísraelskum fyritøkum við einum marknaðarvirði á 22,7 milliardir norskar krónur.
Tíðindafundurin við oljugrunnsstjóran kemur sama morgun sum hálvársfrágreiðingin hjá grunninum varð almannakunngjørd, og vísir ein vinning á 698 milliardir norskar krónur - svarandi til 438 milliardir danskar krónur.
/Ritzau/