Nú er FC Suðuroy ein tumma frá uppflytingini

1. DEILD: Heimasigur í útsetta dystinum ímóti B36 ber við sær, at FC Suðuroy er á gáttini at flyta upp, og at møguleikin hjá annaðhvørt B71 ella TB at vinna beinleiðis uppflyting er størri, enn hann hevur verið

Tað endaði 2-1, tá ið FC Suðuroy og B36 spældu útsetta dystin frá 22. umfari og 14. september. Tá varð dysturin avlýstur, tí tað vóru ikki líkindi at spæla á Vágseiði.

 

Í dag vórðu øll trý málini skorað í fyrra hálvleiki. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki vóru B36arnir óhepnir at gera sjálvmál eftir flatt heimainnlegg úr vinstru. Seks minuttir undan steðginum økti Salmundur Bech um munin, tá ið hann við frísparki smekkaði bóltin í málið.

 

Ein minutt undan steðginum minkaði B36 um munin til 2-1. Mattias Weihe Joensen stýrdi við handara stólpa og við høvdinum bóltin í málið eftir fríspark úr høgru.

 

Eftir steðgin hevði B36 lotið undan. Tá vóru gestirnir nógv á bóltinum, meðan heimamenninir vóru nógv í verjustøðu. Tað vóru góðir málmøguleikar í báðum endum, men tað eydnaðist hvørgum partinum at skora. Eisini tí málverjarnir vóru so stinnir.

 

Nú hava øll liðini spælt 25 dystir. Heimasigurin á Vágseiði í dag ber við sær, at FC Suðuroy er næstfremst við 44 stigum. Víkingur er fremst við 48 stigum, og á triðja plássi er B36 við 40 stigum.

 

TB hevur 39 stig, B71 hevur 38 stig, og AB hevur 36 stig.

 

Tað luktar av álvara av uppflyting á Eiðinum í Vági, har tað er stórur fagnaður.

 

FC Suðuroy sigurin ber við sær, at møguleikin hjá TB og B71 at vinna beinleiðis uppflyting ikki er burtur.

 

Í tveimum teimum seinastu umførunum er skráin henda:

 

26. umfar: NSÍ-Víkingur, B36- FC Hoyvík, AB-FC Suðuroy, B71-HB og TB – KÍ.

 

27. umfar: KÍ-B71, Víkingur-B36, FC Hoyvík-TB, HB-AB og FC Suðuroy-NSÍ.