Skúlagongdin er í eitt ár - og alt er púra ókeypis. Endamálið er at hjálpa ungum filmsáhugaðum at gera teirra egnu filmar.
Undirvísingin fer fram í hølinum hjá Klippfisk í miðbýnum í Havn eina ferð um vikuna á kvøldi. Hetta ger tað møguligt at lesa ella arbeiða við síðuna av.
Næmingarnir framleiða ein film til jólar og ein endaligan film á sumri.
Seinasta freist at søkja er 22. august. Tú søkir her: klippfisk.fo/flogfisk
Í samrøðu við Sosialin í fjør segði Gorm Just, stigtakari, soleiðis um Flogfisk:
– Um onkur av næmingunum skuldi fingið hug at søkt víðari at aðrar størri filmsskúlar uttanlands, so kann eitt ár á hesum skúlanum vera ein góð fyritreyt.
– Tað er gott at koma í gongd tíðliga, og tað er gott at royna at gera ymsar filmar, tí so man sær, hvar riggar fyri ein og ikki. Og tann besti mátin at blíva dugnaligari til at gera film, tað er við bara at gera tað. Tað er jú øgiliga hands-on at gera film, og soleiðis verður skúlin eisini, sigur hann og vísir á, at skúlin fer at menna Føroyar sum filmsland.
– Eg haldi tað er týdningarmikið at fokusera upp á talent-menning av ungum filmsáhugaðum føroyingum, og hetta er sjálvandi nakað, sum í longra løbinum kann gagna føroysku filmsvinnuni, sigur Gorm Just.
Les alla greinina frá í fjør her: Nýggjur filmsskúli: Her kunnu ung talent mennast