Nú skulu handverksmeistarar góðkennast

Landsstýrið arbeiðir við uppskoti til løgtingslóg um løggilding av handverksmeistarum í byggivinnuni

Savnsmynd: Sosialurin

– Ætlanin er at gera eina skipan, soleiðis at handverksmeistarar, sum bjóða seg fram at byggja fyri onnur, eru løggildir og hava staðið ta útbúgving, sum verður kravd fyri at gerast løggildur handverksmeistari. 

Tað stendur at lesa í ískoytistilfarinum til ólavsøkurøðu løgmans.

Tað hevur verið ávíst kjak um, at bara handverkarar, sum eru góðkendir frammanundan, eiga at selppa at bjóða seg fram at byggja hús fyri fólk. Hetta kom serliga fram eftir eina byggigølu í Kollafirði, sum nógv frammi í sjónvarpinum.

– Handverksmeistarafelagið hevur leingi víst á, at handverksmeistarar skulu verða løggildir fyri at kunna arbeiða fyri fólk, skrivar Føroya Abreiðsgevarafelag í kjalarvørrinum av málinum, sum var nógv frammi í miðlunum í fjør.

– Í dag kann ein og hvør bjóða seg fram at standa fyri einari byggiverkætlan, ella einum parti av henni, skrivaði Handverksmeistarafelagið.

Kortini er eitt undantak, og tað er el-arbeiðið.

 

##med2##

– Tað er ikki eitt krav fyri at bjóða seg fram at standa fyri einari verkætlan, at viðkomandi hevur ávísa útbúgving ella hevur royndir á økinum.

Samstundis eru krøvini til bygging herd seinastu tíðina, men eingi faklig krøv eru til førleikarnar hjá teimum, sum skulu gera arbeiðið.

– At keypa sær ella byggja sær ein bústað, er størsta íløgan sum tey flestu av okkum gera í lívinum.

Og tá ið talan er um vinnubygningar, er oftast talan um sera stór arbeiði og tá kann tað fáa álvarsligar avleiðingar, at arbeiðið ikki er gjørt nóg væl.

Tí vil Føroya Handverksmeistarafelag hava eina skipan við løggilding, sum er grundað á sveinabræv, royndir og meistaraútbúgving.

Uppskotið hjá landsstýrinum fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, at leggja fyri tingið í vár.

 

 

Savnsmynd: Sosialurin

Savnsmynd: Sosialurin