Klokkan 18 sunnukvøldið 15. desember verður jólakonsertin í Ebenezer, sum nógvu tey seinastu árini hevur verið sunnukvøld stutt undan jólum.
Ebenezerkórið fer at syngja, og fleiri solistar vera at hoyra. Og so fer gentukórið Aloe eisini at syngja.
Eftir konsertina verða øll boðin til ein drekkamunn í niðarasali.