Komandi fríggjadag, 15. august, verður regattasigling av Eiði til Hósvíkar, har stórt stevnutiltak verður fyriskipað.
Kappróðrarbátar, sum eru við í regattasiglingini, loysa á Eiði klokkan 15 og aðrir bátar loysa klokkan 15.30.
- Væntað verður, at bátarnir koma til Hósvíkar fríggjakvøldið um 18-tíðina, siga tey í Hósvíkar Róðrarfelag, sum er høvuðsfyriskipari av tiltakinum.
Um heimasíðuna hjá Sunda kommunu - www.sunda.fo - ber til at melda seg til regattasigling, og her ber eisini til at tekna seg, um tú kemur við kampingvogni til Hósvíkar.
Freistin at tekna seg er sett til tiltakið er á midnátt mikukvøldið, sum er í annaðkvøld.
Tað verður borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, sum fer at seta regattatiltakið á Eiði fríggjadagin klokkan 14.55.
Tá bátarnir eru komnir til Hósvíkar, verður døgurði í bygdarhúsinum, og tað er kokkurin, Ruben Busk, sum ger døgurðan.
##med2##
Nógv ymiskt verður á skránni í Hósvík fríggjakvøldið.
- Klokkan 23 verður felagssangur omanfyri bátahylin við Janusi Trúgvason sum fyriskipara, og klokkan 23.30 fer Hans David Hansen at halda røðu.
Á midnátt verður dansur í bygdarhúsinum, har Vinmenn fara at spæla, og her verður dansað til langt út á náttina.
##med3##