Seinastu tíðina hava verið alsamt fleiri menn við nógvum árum á baki millum nýggju hermenninar í russiska herinum.
Tað eru menn, sum bjóða seg fram at berjast í krígnum í Ukraina.
Men tað eru eisini menn, sum verða mettir sum skaðiligir fyri russiska krígsátakið, sambært russiska miðlinum Vyorstka, sambært netmiðlinum Moskow Times.
Vyorstka hevur tosað við eina keldu á borgarstjóraskrivstovuni í russiska høvuðsstaðnum, Moskva. Her verður greitt frá, at upp til helvtin av monnunum, sum bjóða seg fram her í Moskva, eru 45 ár ella eldri.
Miðalaldurin á teimum sjálvbodnu nýggju fólkunum er vaksin úr 40 árum við ársbyrjan til nú 50 ár.
Miðlarnir endurgeva ein russiskan hermann, sum er í krígnum í Ukraina, fyri at siga, at teir eldru menninir elva til trupulleikar.
- Teir eru sjúkir. Hava ilt í beinunum, ilt í høvdunum og eru so seinir.
Síðani á vári 2023 hava russisku herdeildirnar gjørt stór átøk fyri at fáa sjálvbodnar hermenn.
Vyorstka sigur, at søgan um eldri hermenninar varð gjørd í samstarvi við russisktmælta útvarpið hjá BBC og upplýsingarnar hjá óhefta netmiðlinum Mediazona um staðfest deyðstøl á vígvøllinum í Ukraina.
/Ritzau/