Í kvøld klokkan 19 á Tórsvølli spælir Víkingur fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Conference League. Dysturin verður ímóti Linfield FC, ið á fimm sinnum hevur sligið føroysk lið úr evropeiskum kappingum.
Tað er lagt upp til ein spennandi og javnan dyst. Oddsini hjá 16 altjóða veddingarfyritøkum eru næstan jøvn. Tó hella veddingarfyritøkurnar eitt pinkalítið vet til ein heimasigur.
Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 2,30 og 2,44.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,25 og 3,52.
Oddsini upp á útisigur til Linfield FC liggja millum 2,70 og 2,95.
HER eru oddsini:
##med2##