Spælarar sum Elias í Skipagøtu og Óli Mittún byrjaðu ferðina uppi í Hoyvík. Og teir blivu teir bestu, tí teir kundu venja í Hoyvíkshøllini uttanfyri venjingartíð, og karmarnir vóru teir røttu til at menna teirra evnir.
Klippfisk og James Bond
Sama er galdandi fyri filmsvinnuna í Føroyum. Klippfisk er høvuðsorsøkin til, at filmsvinnan hevur ment seg til tað, hon er í dag. Og bara í ár hevur filmsvinnan forvunnið 10 milliónir krónur til landið.
Uttan Klippfisk høvdu vit ikki havt nøvn sum Sakaris Stórá, Andrias Høgenni ella Jón Hammer. Vit høvdu heldur ikki havt ein filmsskúla, TROM ella verið við í stórfilmum sum James Bond og Peter Pan. Tí hevur Klippfisk uppiborið munandi meir fígging, so vit kunnu halda fram at menna filmsvinnuna í Føroyum.
Umframt, at vit gera eina høll í Bacalao, har mann kann gera pallar til filmsupptøkur. Ein mangul, sum longu hevur kostað okkum milliónir í mistum inntøkum.
Eivør og G! Festivalurin
Sama søga ger seg galdandi innan tónleikin. Tann føroyska drotningin, Eivør, byrjaði sína karrieru í kirkjuni í Gøtu, har presturin loyvdi henni at syngja í kirkjuni, tá hon hevði hug. Seinni var tað við bólkinum Clickhaze, at Eivør fekk venjingarhøli í Losjuni í Gøtu.
Tað eru venjingarhølini, sum eru startskotið til allan tann føroyska tónleikin, sum vit eru so errin av í dag. Ja, og var tað ikki fyri venjingarhølir og Clickhaze, so var ongin G! Festivalur og helst ongin annar tónleikafestivalur í Føroyum.
Í løtuni uppliva vit tíverri ein akuttan tørv á venjingarhølum, og tískil risikera vit. at okkara framtíðar Eivør ella Teitur ongantíð síggja dagsins ljós.
Ongin tónleikari byrjar sína karrieru á Orange Scene á Roskildefestivalinum ella í Royal Albert Hall. Fyri at koma hartil, so krevur tað venjingarhølir og eitt stuðlandi umhvørvi, sum bæði má tryggjast og mennast.
Win/win
Lat okkum skapa eina kommunu, har okkara talent kunnu mennast, líkamikið um tað er innan ítrottin ella list av ymiskum slag. Lat okkum skapa neyðugu karmarnar, so dreymirnir kunnu blíva til veruleika. Um vit hjúkla um mentanarlívið, so geva vit eisini lívinum innihald. Alt verður litríkari, og saman kunnu vit skapa okkara framtíðar Eivør, Elias í Skipagøtu og Andrias Høgenni.
Lat okkum vísa okkara borgarum og verðini, hvat vit kunnu fáa at veksa her í Føroyum, tá vit geva øllum møguleika at blóma.
Vinarliga
Hergeir Staksberg
Tónleikari og næstformaður í Skatefelagnum