Rói var næstbesti málskjúttin í heimasigri hjá Hallby

Hallby er nú bert eitt stig frá einum endaspælsplássi

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby tóku í kvøld móti Kristianstad, sum hevur vunnið svenska meistaraskapið fimm ferðir síðani 2015. Seinast í 2023.

 

Tað eydnaðist Róa og liðfeløgunum at vinna ein flottan 29-23. Í steðginum var Hallby á odda 16-11.

 

Rói skoraði fimm mál og var næstbesti málskjúttin hjá Hallby. Robert Ladan var toppskjútti hjá Hallby við seks málum. Rói var sambært hagtølunum triðmest effektivi leikarin hjá Hallby.

 

Hallby er nummar 10 í deildini við fimm stigum fyri seks dystir. Hallby er bert eitt stig frá áttanda plássinum, ið gevur rætt til at kappast í endaspælinum aftaná lokið grundspæl.

 

Í morgin klokkan 16 spæla Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof dyst á útivølli móti gamla liðnum hjá Pæturi Mikkjalssyni, AMO.