Royna at bróta ígjøgnum ukrainskar verjuskansar

- Vit hava beint fyri nøkrum av hesum deildum og eru í løtuni í holt við at berja niður aðrar bólkar í økinum niður, sigur ukrainska verjan

Ukrainska verjan veit í dag at siga, at tað eru harðir bardagar við russiska herin nærindis ukrainsku býunum, Pokrovsk og Dobropillja, í Donetsk-regiónini.

 

Tað veit tíðindastovan Reuters at siga í dag.

 

- Vit hava sent styrk fyri at steðga framtøkuni hjá nøkrum smærri bólkum av russiskum herfólki í økinum, sigur ukrainska verjan.

 

Lagt verður aftrat, at russisku bólkarnir hava roynt at komið sær ígjøgnum ukrainsku verjuskansarnar.

 

- Vit hava beint fyri nøkrum av hesum deildum og eru í løtuni í holt við at berja niður aðrar bólkar í økinum niður, sigur ukrainska verjan sambært Reuters.