- Russiska støðan um frið í Ukraina er ikki broytt, sigur Alexei Fadeev, sum er talsmaður hjá russiska uttanríkisráðnum.
Hann sigur, at Vladimir Putin, forseti, stendur við tað, sum hann segði fyri góðum ári síðan.
Tá kravdi forsetin, at Ukraina tekur seg aftur í teimum fýra regiónunum, sum Russland heldur uppá eru russiskar, men sum Russland ikki hevur fult ræðið yvir.
- Ætlaninar hjá vesturheiminum at víðka Nato til eisini at fevna um Ukraina, er ein av týdningarmestu orsøkunum til kreppuna, sigur russiski talsmaðurin.
Hesar útsagnir koma úr Russlandi fyri fundin, sum verður millum amerikanska forsetan, Donald Trump og russiska forsetan, Vladimir Putin, í Alaska fríggjadagin.