Skótaliðið Royndin í Vági 85 ár

Í stuttum er søgan, at navnið ‘Skótaliðið Royndin’ kemur av, at Thulesen prestur vildi gera eina roynd at byrja skótar í Vági.

Skótaliðið Royndin í Vági er millum elstu virknu skótalið í Føroyum. 

 

Í stuttum er søgan, at navnið ‘Skótaliðið Royndin’ kemur av, at Thulesen prestur vildi gera eina roynd at byrja skótar í Vági.

 

Thulesen kendi til skótarørsluna úr Danmarkk. Tað vóru nakrir ungir dreingir, sum gróvu veitir fyri prest. Hann fortaldi teimum um hetta at verða skóti, og vóru teir sera áhugaðir at gera eina roynd við hesum.

 

Og sum sagt verður; restin er søga.

 

Framvegis setir Royndin dám á í Vági, og er fyriskipari av flaggdagshaldi og øðrum tiltøkum, og seta framvegis dám á, tá skipað verður fyri felags tiltøkum í Vági, so kanska kunnu vit staðfesta, at royndin er staðin.