So er ovastevna aftur í Nólsoy

Skráin fyri ovastevnu er so smátt byrjað í dag, men tað verður í morgin, at ein rúgva av tiltøkum - bæði til børn og vaksin - eru á skránni í Nólsoy

Ovastevna í Nólsoy er millum seinastu summarstevnur á árinum, og stevnan verður ofta sædd, sum endin á teimum nógv stóru summartiltøkunum. Ikki tí; enn eru nøkur tiltøk aftrat í heyst, sum eitt nú Norðfestivalurin á Viðareiði, Eplafestivalur á Sandi og Heystfagnaður á Eiði.

 

Onnur tiltøk eru eisini, eitt nú Jóhonnu-dagurin, sum verður í Vági.

 

Í dag læt Ovasavnið upp klokkan 10 og var opið til klokkan 17. Savnið letur uppaftur í morgin, leygardagin á middegi. Klokkan 13 í dag læt Maggie's upp, og her verður opið til á midnátt. í morgin verður eisini latið upp klokkan 13, og tá verður Maggis's opið til langt út á náttina.

 

Heimavirkið læt upp klokkan 14 í dag og læt aftur klokkan 17, og her verður eisini opið í morgin. Tjaldið á bryggjuni, sum læt upp klokkan 19 í kvøld, verður opið til klokkan 03.45 í nátt, og pylsuvognurin á bryggjuni verður opin til klokkan 23 í kvøld.

 

Í kvøld klokkan 21.30 verður ovastevnu-quiz við Karlot Hergarssyni í tjaldinum, og á midnátt í kvøld fara Amigos á pallin í tjaldinum.

 

Hin stóri dagurin á ovastevnu verður í morgin, og dagurin byrjar við morgundyppi á Malarenda klokkan 10. 

 

Eins og onnur ár, verður aftur hesaferð svomið um Nólsoyarfjørð, og svimjararnir leypa á bláman í Havn klokkan 10. Væntandi verða fyrstu svimjararnir í Nólsoy um 11.30-tíðina.

 

Á Facebook-vanganum um ovastevnu sæst øll skráin, sum er sera fjølbroytt - við ymiskum tiltøkum fyri øll, bæði børnum og vaksnum.

 

Eitt nú verður ein rennikapping Úti á Veg fyri børnum og vaksnum, og heiðurmerkjahandan verður beint eftir, at kappingin er lokin.

 

Seint fyrrapartin í morgin ljóðar skráin soleiðis "Frá siðbundnari matmentan til Maud'sa køkshava", og her verður søguforteljing um matmentan og grønmetisframleiðslu.

 

Tiltakið byrjar  uttanfyri hjá Maud klokkan 11.30.

 

Klokkan 13.30 í morgin verður handan av heiðursmerkjum til svimjararnar, og klokkan 14 fer Elsa Berg, borgarstjór í Tórshavnar kommunu, at seta ovastevnu, og við høvið fer Havnar Hornorkestur eisini at spæla nøkur løg.

 

Ein listaframsýning letur upp í gamla Pakkhúsneystinum klokkan 14.30, og klokkan 15 verður Bygdasavnið við Brunn opið.

 

##med2##

 

Frá klokkan 15 í morgin verða fleiri barna-og familjutiltøk úti á Træbrúgv, og skattaveiða verður eisini við fótbóltsvøllin.

 

Í morgin verður eisini høvi at síggja og hoyra sangleikin, sum er fyri alla familjuna - Neytakonurnar - og hesin verður framførdur í Missiónshúsinum. Ein sýning verður klokkan 15, og ein verður klokkan 17.

 

Á ovastevnu verða fleiri konsertir, har Xperiment verður í kirkjuni klokkan 16, og fleiri konsertir og framførslur verða á bryggjuni - frá klokkan 19 og úteftir. Nøvn, sum her verða at hoyra, verða eitt nú Guðrið Hansdóttir og Jónas og Helgi.

 

Klokkan 20 fer Eyðun Nolsøe at spæla í Maggie's, og her verður ókeypis atgongd. Galaksi fara at spæla í tjaldinum klokkan 23, og tá verður eisini føroyskur dansur í Avhaldshúsinum, og dansurin í Royndarhúsinum við Martini Sømark byrjar klokkan 23.

 

- Veðrið er gott, og vit vænta nógv fólk út til Nólsoyar á ovastevnu. Siglt verður um fjørðin allan leygardagin og tað mesta av sunnunáttini. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir í Nólsoy.

 

##med3##