Tað sigur løgfrøðingurin hjá kvinnuni, Mette Yvonne Larsen, við norsku tíðindastovuna NTB.
Tilhaldið heldur fram til mars 2025, upplýsir advokaturin hjá norska Aftenposten.
Marius Borg Høiby er ákærdur fyri harðskap av kvinnu, sum hann hevði samband við, eftir eina hending í eini íbúð í Oslo-býarpartinum Frogner 4. august í ár. Kvinnan varð síðani stutt innløgd.
Sambært norska TV 2 hevði hon sjónligar skaðar av einum slagi aftan á høvdið eftir innslagið. Hon fekk eftir øllum at døma eisini heilaskjálvta.
/ritzau/