Stovnarin av spanska klædnamerkinum, Mango, sum kallast Isak Andic, er deyður í einari vanlukku.
Hann er omandottin á einum gongutúri, har hann var saman við øðrum á einum familjutúri.
Sagt verður, at hin 71 ára gamli datt út av einari fjallasíðu, sum er 150 metrar høg. Hendingin fór fram við nøkur fjallahelli nærindis Barselona.
Mango er ein av størstu klædnaketum í Evropa við næstan 2800 handlum kring um heimin.
Felagið sigur lítið um vanlukkuna, men fleiri spanskir miðlar vita at siga, at Isak Andic var á einari gonguferð saman við øðrum í familjuni, tá vanlukkan hendi.
Tað er tíðindastovan NTB sum ber hesi tíðindi í dag.