Svenski uttanríkisráðharrin, Maria Malmer Stenergard, sigur seg stúra fyri avleiðingunum, um Russland vinnur kríggið í Ukraina, og hon sigur, at Svøríki fyrireikar seg.
Fríggjadagin skulu amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin, hittast í Alaska at viðgera russisku krígsførsluna móti grannalandinum, Ukraina.
Hvørki ukrainski forsetin ella aðrir evropeiskir leiðarar eru bodnir við til ætlaða fundin millum forsetarnar, og hetta skapar órógv í Evropa, veit Verdens Gang at siga.
Eisini svenska stjórnin er órógvað.
Í gjár kallað stjórnin inn til serligan fund í trygdarráði landsins. Seinni varð eisini fundur í uttanríkisnevndini hjá svensku stjórnini, har allir flokkar í svenska ríkisdegnum luttóku.
Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, segði sambært Verdens Gang í gjár, at hetta kann gerast ein avgerandi vika fyri trygdina í Evropa, tí tað kann fáa stóran týdning, hvussu russiska krígsførslan móti Ukraina endar.
- Ongar samráðingar um Ukraina uttan Ukraina, og ongar samráðingar um Evropa uttan Evropa, sigur svenski forsætisráðharrin, og henda boðskap endurtaka eisini aðrir evropeiskir ríkis-og stjórnarleiðarar.
26 ES-leiðarar krevja nevniliga, at Ukraina hevur rættin at avgera sína egnu framtíð.
##med2##
Svenski uttanríkisráðharrin, Maria Malmer Stenergard, er órógvað um, hvat fer at henda, um Russland vinnur kríggið í Ukraina.
- Vit fyrireika okkum til hetta, sigur hon og heldur fyri, at tað er avgerandi, í hvønn mun vit megna at vísa mótstøðu, sigur hon við svenskt sjónvarp í morgun.
Uttanríkisráðharrin heldur, at ein russiskur sigur í Ukraina fer at senda vandamikil tekin til Moskva, sum hon tekur til.
Hon heldur, at um Russland vinnur kríggið, vísir tað, at tað ber til at vinna nógv við at leypa á eitt friðarligt grannaland.
- Hetta kann geva Russlandi sjálvsálit, samstundis sum vandin veksur fyri, at Russland eisini kann leypa á onnur lond, sigur Maria Malmer Stenergard.