Sviar geva Mikkjali stórt herðaklapp

Eftir fimm sigrar á rað í august er Mikkjal Thomassen kosin at vera besti venjari í Allsvenskuni henda mánaðin

Tað er ikki lukkuligt, sum tað hevur gingið væl hjá Mikkjali Thomassen, sum fyrr í summar flutti úr Fredrikstad í Norra og til AIK í Stokhólm.

 

Nú er Mikkjal Thomassen kosin at vera besti venjari í Allsvenskuni í august. Hann hevur vunnið henda heiðurin, eftir at AIK fimm tær seinastu ferðirnar er farið av vøllinum við fullari úrtøku.

 

Í august skoraði AIK átta mál, og tvey mál fóru ígjøgnum. Góðu úrslitini bera við sær, at AIK nú er á fimta plássi við 35 stigum. Tað er eitt stig fram til Mjällby, trý stig fram til Djurgården og fýra stig fram til Hammerby, sum er næstfremst. Malmø FF er nógv fremst við 48 stigum og stórfavorittur at endurvinna meistaraheitið.

 

Tindurin hjá Mikkjali Thomassen og teimum í AIK í síðsta mánað var, tá ið AIK 18. august vann grannauppgerðina ímóti Djurgården 2-0.

 

Næsti dystur hjá AIK verður leygardagin, tá ið toppliðið Malmø FF verður gestur á Friends Arena í Stokholm.