Í kvøld taptu liðini hjá Pernille og Rakul

Tað gjørdist soltin úrtøka hjá føroyingaliðunum í kvøld

Tvey føroyingalið vóru í leiki í kvøld í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum. Annað í ovara endaspælinum, og hitt í niðara endaspælinum.

 

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn máttu lúta fyri Odense á útivølli í bólki 1 í ovara endaspælinum. 

 

Odense vann í kvøld 28. sigurin av 28 møguligum í bestu deildini hetta kappingarárið. Í kvøld gjørdist talan um 29-22 sigur. Keypmannahavn var munandi betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Odense bert á odda við einum máli, 15-14.

 

Pernille var effektiv í kvøld. Hon skoraði fýra mál upp á fýra málmøguleikar, og hann vann eisini liðnum tvey brotskøst.

 

Odense er greitt oddalið í bólki 1 við seks stigum. Keypmannahavn hevur tvey stig, Nykøbing Falster hevur eitt stig, og liðið hjá Mariu P. Nólsoy, Horsens hevur einki stig.

 

Í morgin klokkan 17.30 tekur Nykøbing Falster móti Horsens á heimavølli. 

 

Í niðurflytingarbólkinum tapti liðið hjá Rakul Wardum, Ringkøbing tepurt 24-25 fyri Bjerringbro á útivølli. Í steðginum var Ringkøbing á odda 14-13.

 

Tíverri vóru sjáldan boð eftir Rakul í kvøld. Kappingarneytin, Stephanie Andersen vardi málið gott og væl allan dystin. Rakul slapp líka á vøllin at royna seg við tvey brotskøst, men tey sótu bæði í netinum hjá Ringkøbing.

 

Silkeborg-Voel hevur seks stig, og Bjerringbro hevur fýra stig. EH Aalborg hevur trý stig og Ringkøbing hevur tvey stig. Liðið hjá Súnu K. Hansen er aftast við einum stigi.