TB vann á Argjum

1. DEILD: Norski venjarin skoraði sigursmálið í tíðini, sum dómarin legði aftrat vanligu leiktíðini

Markus Thorberg er TB venjari, og í dag var tað hann, sum skoraði 2-1 sigursmálið á Argjum

Stóran part av kappingarárinum hevur møguleikin fyri at vinna uppflyting sæð út til at vera langt burtur hjá TB. Í kvøld eru tvøramenn á veg suður eftir at hava spælt á Argjum. Í viðførinum hava teir 2-1 sigur, og nú hevur TB 35 stig. Tað ber forða plássið við sær. TB hevur sama stigatal sum B71, og tað eru tvey stig fram til triðja plássið, sum B36 er á. B36 eigur tó ein dyst til góða, tí líkindi vóru ikki at spæla á Vágseiði í dag.

 

Um eina viku fær TB vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ, meðan AB fer at spæla á heimavølli ímóti FC Hoyvík.

 

Fyri AB var tað stórt vónbrot at tapa á heimavølli ímóti TB. Bæði TB og AB fluttu síðsta heyst niður í næstbestu deildina, og felags fyri bæði feløgini er, at tey leggja nógv fyri i roynd aftur at vinna pláss í fremstu røð.

 

Nú er AB eitt stig aftanfyri TB og B71. Møguleikin at flyta upp er ikki burtur, men hann viknaði, tá ið TB í dag skoraði sigursmálið í síðstu løtu.

 

Tað var miðvallarin og leikandi venjarin Markus Thorberg, sum í 92. minutti skoraði 2-1 TB sigursmálið. Hetta var triði dystur á rað, at Markus Thorberg var málskjútti, og hann er nú TB toppskjútti við seks málum.

 

Tað var annars AB, sum smáar tíggju minuttir eftir steðgin legði seg á sigurskós. Málskjútti eftir hornaspark var Rógvi Skála, sum fyri triðju ferð í ár var málskjútti.

 

Í 64. minutti javnaði TB til 1-1. Málskjútti var Ndende Adama Guéye. Uppleggið átti Samudeen Musah. Hetta var annað málið í ár hjá 41 ára gamla Ndende Adama Guéye, sum sambært FaroeSoccer hevur spælt 350 landskappingardystir í bestu deildini og í dag spældi sín 40. dyst í næstbestu deildini. Í bestu deildini hevur hann skorað 42 mál, og í næstbestu deildini var hann í dag fyri triðju ferð málskjútti.   

 

 

 

Markus Thorberg er TB venjari, og í dag var tað hann, sum skoraði 2-1 sigursmálið á Argjum