Málini - og fleiri av teimum framúr góð skot - sum Adrian R. Justinussen hevur skotið fyri Hillerød í næstbestu donsku fótbóltsdeildini eru ikki farin framvið hjá donskum superligafeløgum.
Tað sigur stjórin í Hillerød, Jackie Rasmussen í samrøðu við Tipsbladet: - Feløg spyrja eftir Adrian. Tað er bæði feløg í superliguni og feløg uttanlands. Adrian fer ikki at vera seldur bíliga. Um vit skulu sleppa Adrian nú, so verður tú noyddur at lata pengar fyri hann, slær Jackie Rasmussen fast í samrøðuni við Tipsbladet.
Jackie Rasmussen sigur, at enn er tó einki ítøkiligt boð komið upp á Adrian: - Tey mugu koma við einum prísi. Eg fari so ikki at geva teimum prísin. Sigur Jackie Rasmussen við Tipsbladet.
Núverandi sáttmálin hjá Adrian við Hillerød gongur út í 2026.
##med2##