Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivaði í dag undir eina fyriskipan, sum leingir tollsteðgin millum USA og Kina við 90 døgum afturat.
Tað sigur ein embætismaður í Hvítu Húsunum, sambært Reuters.
Tollsteðgurin skuldi eftir ætlan ganga út týsdagin.
Hann varð settur í gildi í mai sum ein fyribils skipan, sum skuldi vera galdandi, til samráðst varð um nýggjan handilssáttmála millum londini.
Hóast tað verður lýst sum ein "tollsteðgur", so hava USA og Kina ikki verið spard fyri toll í tíðarskeiðnum.
Tollurin á innfluttum vørum hevur heilt einfalt verið munandi lægri enn tollurin, sum londini settu fyrr í vár.
USA hevur sett 30 prosent toll á kinesiskar vørur, meðan Kina hevur sett 10 prosent toll á amerikanskar vørur.
Trump sendi sjokkbylgjur gjøgnum fíggjarmarknaðirnar, tá hann í apríl boðaði frá, at hann fór at seta hækkaðan toll á vørur úr nógvum ymiskum londum.
Hann endaði við at seta tilsamans 145 prosent av tolli á innfluttar vørur úr Kina, sum var landið, sum varð rakt av hægsta amerikanska tollinum.
Kina svaraði aftur við tolli uppá 125 prosent á amerikanskar vørur.
7. august komu nýggir amerikanskir tollur í gildi fyri fleiri enn 60 lond og øki. Tey ávirka til dømis India, Sveis og Taiwan.
Amerikanski tollurin fyri tey fleiri enn 60 londini og økini er millum 10 og 41 prosent.
Eins og Kina hava tey raktu londini verið fyri einum tollsteðgi, sum útsetti munandi hækkingar í verandi tolli.
Sambært Trump hevur endamálið við tollsteðgunum verið at geva londunum tíð at samráðast um handilsavtalur við USA.
Fyri nøkur lond og øki eru tollurnir lægri enn tá Trump fyrstu ferð boðaði frá tollhækkingum í apríl, meðan lond sum India og Sveis verða rakt av hægri tolli enn upprunaliga boðað frá.
Síðst í juli skrivaðu ES og USA undir eina handilsavtalu, sum inniber, at útflutningurin úr ES í fyrstu atløgu verður álagdur 15 prosent tolli í USA.
/Ritzau/