Tað hevur verið rímiliga friðarligt hjá løgregluni seinastu dagarnar, og seinasta samdøgrið hevur heldur ikki tað heilt villa verið á vási.
Og tó - okkurt hevur verið hjá løgregluni at gera.
- Vit noyddust at handtaka ein mann um 17-tíðina í gjár. Hann var fullur og vísti ólátaðan atburð í einum grannalagi í Havn.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at maðurin fekk ein kliva at sova í, og hann fekk eisini eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Náttin hevur eisini verið hampiliga friðarlig, men tveir hava sovið í klivanum eina løtu.
Vaktleiðarin sigur, at hin eini persónurin varð tikin við inn á støðina, tí hann vísti harðligan atburð og órógvaði almenna friðin.
- Hin persónurin varð tikin við inn á støðina, tí viðkomandi var so drukkin, at hann kláraði seg ikki sjálvan.
Lagt verður aftrat, at tvær bøtur fyri brot á skilhaldsreglurnar vórðu skrivaðar - ein fyri harðligan atburð og ein fyri brot á almenna friðin.